Logo - Føroya Handilsskúli
Heim    Samband    Síðuyvirlit    Print

Projektleiðari fyri hægri útbúgvingar: Aina L. Knudsen, teldupostur:alk@hsh.fo

Hesar hægri útbúgvingar kunnu í løtuni takast á Føroya Handilsskúla:

HD - Handilsvísindalig diplomroynd
Endamálið við eini HD-útbúgving er at fáa hollan kunnleika í einari vinnubúskaparligari sergrein. Tann lesandi gerst soleiðis førur fyri at meta um og nýta ástøðið og háttalagið í sergreinini, so hann kann viðgera og loysa trupulleikar í virkum, fysitingum og hjá tí almenna.

Teldustøðingaútbúgvingin
Á teldustøðingútbúgvingini lærir tú um m.a. forritan, system menning, kunningartøkni í virkinum og netverk. Undir útbúgvingini er møguleiki at gera fleiri spennandi verkætlanir. Nøkur av størvunum, sum útbúnir teldustøðingar hava, eru system mennari, netumsitari, forritari, web-mennari, system umsitari, KT ráðgevi.

Akademiútbúgvingin
Akademiútbúgvignin – stytt AÚ – er til rætta til tín, sum hevur fulltíðarstarv og fegin vil hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er liðilig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynskir og tín tørv. Útbúgvingin er skipa sum parttíðarlestur, har til ber at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modulir. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina.

 
 

Logo - Føroya Handilsskúli Føroya Handilsskúli     Marknagilsvegur 77     FO-100 Tórshavn     Tlf. 31 71 77     Fax. 31 33 74     hsh@hsh.fo